Tel. 780 770

Alarmklokkur

Nær hevur ein ungur ein rústrupulleika?

Tað snýr seg ikki so nógv um hvussu nógv tann ungi drekkur, men hví. Og tað snýr seg um avleiðingarnar.

Hvørjum teknum skal eg hava eyga við?

Her eru nøkur tekin, tú sum vaksin kanst hava eyga við, um tú ivast í um ein ungur rúsar seg.

Hvussu skal eg tosa við ein ungan um rústrupulleikar?

Uttan mun til hvør støðan er, so kann tað vera sera torført at seta hol á samrøðuna. Her eru góð ráð.

Lær at takla lívið uttan rúsin

Stúrir tú fyri rúsnýtsluni hjá einum ungum, sum tú varðar av og ert góður við, ert tú vælkomin at ringja til okkara á telefon 780 770 ella senda okkum eini boð.

Ofta spurdir spurningar

Hvat er DAT?

DAT stendur fyri Dialektisk Atferðar Terapi. DAT er ein viðurkendur, vísindaliga undirbygdur sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum verður brúktur um allan heim.

Sambært DAT er tað nógv í okkara lívi, sum vit kunnu broyta, men eisini ymiskt, sum er best fyri okkum at góðtaka. Somuleiðis byggir DAT á sannføringina um, at vit øll gera tað besta, vit duga, men vit kunnu eisini læra nýggjar førleikar fyri at gera okkara lív betri.

Hvønn er DAT Ung fyri?

DAT Ung er fyri ung millum 15 og 18 ár, sum hava rústrupulleikar.

Einum nýtist ikki at vera “misnýtari” fyri at vera við í DAT Ung. Tað snýr seg ikki um, hvussu stór nýtslan av rúsinum er, ella hvat slag av rúsandi evni talan er um, men heldur um hvussu ein nýtir rúsin. Brúkar ein rúsin í ein ov stóran mun at stýra truplum kenslum, handfara negativar relatiónir ella flýggja úr kreppum, so er tað kanska eitt gott hugskot at leita sær hjálp hjá DAT Ung.

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkum á telefon 780 770 ella trýsta her fyri at senda okkum eini boð.

Hvar gongur DAT Ung fyri seg?

Viðgerðin fer fram í Tórshavn og er ambulant; tað vil siga, at hon ikki inniber innlegging, men lættliga fæst at passa inn í ein vanligan gerandisdag.

Kostar tað, at vera við í DAT Ung?

Nei. Viðgerðin er ókeypis.

Hvat er DAT ung?