Hevur tú ein rústrupulleika?

Hevur tú ein rústrupulleika? Onkuntíð kann tað vera ringt at vita. Hvussu nógv er ov nógv? Hvat er tað fyri atferð og hjáárin, sum fylgja við einum rústrupulleika?

Um tú ivast í um tú hevur ein rústrupulleika, so kanst tú taka hesa royndina. Hon er grundað á royndir, sum verða brúktar innan heilsuverkið og hon tekur ikki meir enn 2 minuttir at svara. Royndin er galdandi fyri bæði rúsdrekka og rúsevnir.