Hvat er DAT ung?

Nógv ung rúsa seg. Summi ung hava rústrupulleikar.

Um rúsurin fyllir ov nógv í lívinum hjá einum ungum, so er tað ofta, tí tey hava trupult við at takla lívið.

Kanska brúka tey rúsin til at stýra sínum kenslum. Summi kenna stóran ótta, og rúsurin hjálpir teimum at tora betur. Summi kenna lítla og onga gleði í lívinum uttan rúsin. Og takkað verið rúsinum, kenna summi ung ein lætta frá trýstinum og strongdini, sum ofta eyðkennir gerandisdagin.

Í øðrum førum brúka ung rúsin til at passa betur inn sosialt. Tey rúsa seg, tí hini rúsa seg. Við rúsinum gerast tey ósmædnari og djarvari. Ella er rúsurin ein máti sum fragast at handfara negativar og skaðiligar relatiónir.

Og fyri summi er rúsurin einasti lættin í einum gerandisdegi, sum er merktur av ógvusligum kreppustøðum.

Rúsurin hjálpir. Men rúsurin er eingin varandi loysn. Og hann kann hava álvarsamar fylgir við sær. Tað hevur stóran týdning, at ein ungur, sum brúkar rúsin soleiðis, lærir at takla lívið á ein annan, haldbarari hátt. Ein, sum ikki dugir at takla lívið uttan at rúsa seg, kann lættliga gerast bundin at rúsinum og hava so stóran tørv á rúsinum, at viðkomandi ikki megnar at liva uttan hann.

Hví DAT Ung?

DAT Ung er ein nýggj viðgerð frá Blákrossheiminum, sum er fyri ung millum 15 og 18 ár. Endamálið við DAT Ung er at hjálpa ungum at handfara lívið uttan rúsin og harvið fyribyrgja, at ung menna ein álvarsaman rústrupulleika. Hetta inniber bæði einstaklinga- og bólkaterapi, har tann ungi saman við einum sálarfrøðingi lærir førleikar, ið hjálpa at handfara tey tungu og truplu tingini í lívinum. Og sálarfrøðingurin er altíð til taks umvegis telefon.

Í DAT Ung verður dentur eisini lagdur á, at familjan gerst partur av viðgerðini.

Tann ungi nýtist ikki at vera “misnýtari” fyri at vera við í DAT Ung. Tað snýr seg ikki um hvussu stór nýtslan av rúsi er, ei heldur hvat slag av rúsandi evni talan er um, men heldur um hvussu einstaklingurin nýtir rúsin. Brúkar tann ungi rúsin í ein ov stóran mun at stýra truplum kenslum, handfara negativar relatiónir ella flýggja úr kreppum, so er tað kanska eitt gott hugskot, at hann leitar sær hjálp hjá DAT Ung. Viðgerðin er ókeypis, fer fram í Tórshavn og er ambulant; tað vil siga, at hon ikki inniber innlegging, men lættliga fæst at passa inn í ein vanligan gerandisdag hjá einum ungum.

Vit gera øll tað besta, vit kunnu. Trupulleikin er bara ofta, at vit mangla førleikarnar at skapa tað okkum tað góða lívið, vit hava uppiborið. Ert tú ímillum 15 og 18 ár og kennir tú tað trupult at takla lívið uttan rúsin, so er DAT Ung kanska júst tað rætta fyri teg.

Hvat er DAT?

DAT stendur fyri Dialektisk Atferðar Terapi. DAT er ein viðurkendur, vísindaliga undirbygdur sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum verður brúktur um allan heim.

Sambært DAT er tað nógv í okkara lívi, sum vit kunnu broyta, men eisini ymiskt, sum er best fyri okkum at góðtaka. Somuleiðis byggir DAT á sannføringina um, at vit øll gera tað besta, vit duga, samstundis sum vit kunnu læra nýggjar førleikar, so vit kunnu betra um okkara lív.