“Eg orki ikki meira”

Tankar og ætlanir um sjálvmorð og rúsnýtsla fylgjast ofta at.

Felagsnevnarin fyri tey bæði er tunglyndi. Kanska kennist lívið meinings- og vónleyst fyri teg. Kanska eru einastu løturnar, tá ið tú ert eitt sindur glaður, tá ið tú rúsar teg. Og hóast rúsurin ger teg glaðan og lættari eina løtu, ger hann tíverri tín heila upp aftur meira tunglyntan. Tey, sum rúsa seg, eru í størri vanda at gera sjálvmorð enn tey, sum ikki rúsa seg.

Vit vilja gjarna hjálpa tær. Ring á telefon 780 770 ella send okkum eini boð niðanfyri.

Skriva til okkum