Nær hevur ein ungur ein rústrupulleika?

Ofta verður sagt, at tað tekur 10-12 ár at menna veruligt rúsbundni. Hetta hava ung fólk ikki enn havt tíð til at gjørt. Men tað merkir ikki, at ung fólk ikki kunnu hava rústrupulleikar. Teir eru bara øðrvísi.

Um rúsurin fyllir nógv í lívinum hjá einum ungum, so er tað kanska, tí tey hava trupult við at takla lívið. Tað snýr seg ikki so nógv um hvussu nógv tann ungi drekkur, men um hví. Og tað snýr seg um avleiðingarnar, tað hevur fyri lívið hjá viðkomandi.

Kanska brúkar tann ungi rúsin til at stýra sínum kenslum. Summi kenna stóran ótta, og rúsurin hjálpir teimum at tora betur. Summi kenna lítla og onga gleði í lívinum uttan rúsin. Og takkað verið rúsinum, kenna summi ung ein lætta frá trýstinum og strongdini, sum ofta eyðkennir gerandisdagin.

Í øðrum førum brúka ung rúsin til at passa betur inn sosialt. Tey rúsa seg, tí hini rúsa seg. Við rúsinum gerast tey ósmædnari og djarvari. Ella er rúsurin ein máti sum fragast at handfara negativar og skaðiligar relatiónir.

Og fyri summi er rúsurin einasti lættin í einum gerandisdegi, sum er merktur av ógvusligum kreppustøðum.

Rúsurin hjálpir. Men rúsurin er eingin varandi loysn. Og hann kann hava álvarsamar fylgir við sær. Tað hevur stóran týdning, at tann ungi, um hann ella hon brúkar rúsin soleiðis, lærir at takla lívið á ein annan, haldbarari hátt. Ein, sum ikki dugir at takla lívið uttan at rúsa seg, kann lættliga gerast bundin at rúsinum og hava so stóran tørv á rúsinum, at viðkomandi ikki megnar at liva uttan hann. Og tað kostar sera nógv, bæði fyri tann, sum er bundin, og tey, sum hava við hann ella hana at gera.