“Mamma og babba skeldast altíð”

Ung, sum hava upplivað trupulleikar heima, eru í størri vanda fyri at rúsa seg enn onnur.

Um tú hevur upplivað, at tíni foreldur eru farin frá hvørjum øðrum, so kennir tú kanska ótryggleika og rótloysi. Ótryggleiki kann eisini gera seg galdandi, um sambandið ímillum foreldrini er eyðkent av stríði. Kanska er tað trupult fyri teg at knýta teg til onnur og at taka ímóti kærleika. Kanska aðrir trupulleikar ha­va fylgt við, so sum tunglyndi og sjálvskaðing. At rúsa teg er møguliga einasti mátin, at sleppa undan keðiligu kenslunum.

Vit vilja gjarna hjálpa tær. Ring á telefon 780 770 ella send okkum eini boð niðanfyri.

Skriva til okkum