Hvussu skal eg tosa við ein ungan um rústrupulleikar?

Kanska ert tú bangin fyri at ein ungur, tú kennir og ert góður við, hevur rústrupulleikar. Ella kanska veitst tú, at hann ella hon hevur trupulleikar og vilt tú viðmæla, at tey leita sær hjálp, eitt nú hjá DAT Ung. Uttan mun til hvør støðan er, so kann tað vera sera torført at seta hol á eina slíka samrøðu.

Tey trý K’ini eru góð at ganga út frá, tá ið tú soleiðis tosar við ein ungan. Tey trý K’ini eru: Kærleiki, konkret og konsekvens.

Kærleiki – er at tosa við virðing og forstáilsi fyri at viðkomandi ikki skal kenna skuld og skomm. Skuld og skomm eru kenslur, ið kunnu gera, at viðkomandi noktar at hava ein trupulleika. Skil trupulleikan frá persóninum. Hetta hjálpir tær at fáa samband við nakrar positivar og kærleiksfullar kenslur mótvegis teimum, sum eru bundin.

Konkret – er at ein kann tosa um trupulleikan, sum hann veruliga er. Hetta er neyðugt fyri at bróta tøgnina og fyri at síggja veruleikan í eyguni. Tak útgangsstøði í einum dømi, ger tær ómak at seta orð á og at gera alkohol-/rúsevnistrupulleikan ítøkiligan.

Konsekvens – er at seta nøkur greið mørk fyri, hvat tú vilt finna teg í, og at tað eru nakrar avleiðingar, um hesi mørk vera brotin. Tað er neyðugt fyri tann rúsbundna, at síggja og viðurkenna fylgjurnar av sínum trupulleika. Finn út av, hvar tíni mørk eru, tá ið talan er um alkohol-/rúsevnistrupulleikan.

Les meira á heimasíðuni hjá Blákrossheiminum.