Hvørjum teknum skal eg hava eyga við?

Foreldur ella onnur vaksin kring ein ungan kunnu onkuntíð veruliga ivast í um viðkomandi rúsar seg ella ikki. Serliga tá ið talan er um rúsevnir. Her eru nøkur tekin, tú sum vaksin kanst hava eyga við, sambært Fólkaheilsuráðnum.

– Um ein annars samvitskusamur tannáringur brádliga hevur ilt við at fáa gjørt síni skúlating, ikki fæst upp um morgunin og helst svevur og heldur til í einum myrkaløgdum kamari við øllum gardinum fyridrignum.

– Tá ið tann ungi hevur vinfólk á vitjan, har tey vanliga høvdu sitið og drukkið øl ella sprutt, men í staðin drekka vatn ella sodavatn og kortini tykjast ávirkað.

– Lutir sum til dømis leyst tubbakk, sigarettpappír, silvurpappír, pípur og papprør ella sodavatnsfløskur við holi í síðuni.

– Søtligur og beiskur luktur úr kamari og klæðum (lukturin af hashi).

– Størri penganýtsla.

– Fer brádliga at tosa meira og títtari enn vanligt, og uttan orsøk.

– Verður brádliga ill/ur av ongum.

– Ger nátt til dag og øvut.

– Skiftir vinir sínar út.

– Bakar kaku (við hashi í) og pitsu (við soppum í).

– Er tannáringurin burtur leingi og kemur heim aftur og bara vil sova, drekka vatn og er kanska ikki birgur, men hugtungur ella knarrutur, so kann tað vera tekin um, at tey hava tikið stimbrandi evni sum amfetamin, ecstasy ella kokain.