“Eingin dámar meg”

Ung, sum ikki fáa ta umsorgan, tey hava tørv á, eru í størri vanda enn onnur at rúsa seg. Kanska kennir tú teg sviknan av familju og vinum. Kanska fært tú ikki tann kærleika og tann stuðul, tú hevur uppiborið. Rúsurin kann vera ein flýggjan fyri teg, so tú – í eina løtu í hvørt fall – gloymir allar tínar trupulleikar og ert glaður.

Vit vilja gjarna hjálpa tær. Ring á telefon 780 770 ella send okkum eini boð niðanfyri.

Skriva til okkum