“Eg vil bara passa inn”

Nógv ung rúsa seg, tí tey vilja passa inn. Kanska kennir tú teg øðrvísi og uttanfyri. Kanska dugir tú illa at vera saman við øðrum fólki, serliga tá tey eru í størri bólkum. At rúsa teg ger teg ósmædnan, avslappaðan og djarvan. Rúsurin tekur ótryggleikan burtur.

Ella heldur tú heilt einfalt, at ung eiga at rúsa seg og at øll ung gera tað – og tí gert tú tað! (Hagtøl vísa annars, at onnur ung rúsa seg væl minni enn tú sannlíkt heldur tey gera.)

Vit vilja gjarna hjálpa tær. Ring á telefon 780 770 ella send okkum eini boð niðanfyri.

Skriva til okkum