“Eg dugi einki”

Nú á døgum kenna ung seg undir stórum trýsti. Kanska kennir tú tað torført, at liva upp til allar forvæntningarnar, sum foreldur, vinir, samfelagið og tú sjálvur hava til tín. Kanska ert tú stressaður. Møguliga følir tú, at tú ikki strekkir til, at tú ikki ert nóg góður og at tað er vónleyst at royna. Tað at rúsa seg er at seta alt tað trýstið og allar tær kenslurnar á pausu.

Vit vilja gjarna hjálpa tær. Ring á telefon 780 770 ella send okkum eini boð niðanfyri.

Skriva til okkum